Mikukvøldið 4. mai klokkan 19.00 skipa Demich og Magn fyri einum sera spennandi tiltaki um jarðhita. Hetta tiltakið er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at fara undir at byggja nýggj sethús og eisini teimum, ið ganga og hugsa um at skifta tann gamla ketilin út við eina jarðhitapumpu.
Hetta er eitt kunnandi tiltak, har øll kunnu luttaka, og har spurningar so sum ?Kann eg, sum havi eini gomul hús, fáa mær jarðhita?? ella ?loysir tað seg fíggjarliga at fáa sær jarðhita?? koma upp at venda.
Serfrøðingur frá Vølund kemur at greiða frá síni vitan um jarðhita, og eisini kemur Kári Mortensen frá Jarðfeingi at greiða frá um royndirnar í Føroyum við jarðhita. Ein familjumaður, sum hevur havt jarðhita í nøkur ár, kemur eisini at siga eitt sindur um, hvat hann heldur um at fáa húsini upphitaði við jarðhita.
Eisini verður høvi at seta serfrøðingunum spurningar, bæði undir sjálvum tiltakinum og eisini eftir tiltakið.
Í dag verður nógv tosað um ?grøna orku?, og tí er hetta tiltakið eitt sera gott høvi at fáa sær eitt sindur meir vitan um jarðhita, og um hvussu vit kunnu gerast meir umhvørvisvinarlig í tí dagliga.
Tiltakið verður í Róðrarneystinum á Argjum 4. mai kl. 19.00.