Í vikuni sum fór, varð gamli bygningurin á Marknoyrum í Vági seldur. Nú skal bygningurin hýsa handilsbygningurin hýsa skapandi tiltøkum, og lagt verður fyri leygardagin Handilsbygningur, ið hevur eina søgu, ið strekkir seg heilt aftur til seinnu hálvu av 1800 talinum, hevur verið karmur um reiðaravirksemi og handilshús.
Nú eru tað so teir báðir Dan Djurhuus og Finn Johannessen, ið eru mennirnir aftanfyri sp/f Vilt, ið hava keypt húsið, ið teir vónað kann gerast ein karmur um skapandi tiltøk í oynni.
Longu nú leygardagin leggja teir til brots, tá ið Kall letur upp sølubúð við nógvum og spennandi tilboðum, eins og handilin í Toftum kemur at hátíðarhalda tvey ára føðingardagin við at selja hópin av jólaprýði úti á Marknoyri.
Nú fleiri bøkur, fløgur og spøl eru komin á marknaðin upp til jóla, so verður hetta eisini ein stórur partur av seinnapartinum leygardagin í handilshúsinum á Marknoyri.
Lagt verður til brots kl. 15.00 tá ið Dagny Joensen rithøvundur aftnafyri bókina Marita, kemur at greiða frá bókini.Umleið kl. 15.45 syngur og spælir Uni Arge løg av nýggju fløguni Mitt í sjónum, áðrenn fólkini aftanfyri nýggja og vælumtókta spælið Talent leggja fram, og fólk sleppa at royna tað.
Dan Djurhuus annar av eigarunum, sigur at teir vónað at hópin av fólki leitar sær inn á gólvi, bæði at hyggja at húsunum og fyri at lýða á. Eisini sigur Dan, at ætlanin er at hava opið úti í Húsinum, seinnapart hvønn dag og eisini leygardagar, og eisini næsta leygardag verður aftur drúgv skrá av framløgum og øðrum.










