Spennandi til jóla

Dagfinn Olsen ummælir

Jóhannus á Rógvu Joensen hevur givið út fløgu við tilfarinum av bandinum Eg eri so spent til jóla. Ivaleyst eru mong fegin um at fáa hesa útgávuna á fløgu.Tey hálvvaksnu og eitt sindur eldri minnast Karl Martin og Margrethu. Tey yngru fáa lut í sangunum, ið hava ljómað seinastu 10 árini.

Umframt er eisini annað á fløguni, t.d. søgurstubbar.

Hetta er ein fløga har ein fær nakað fyri peningin, bæði so og so.Heili 27 løg ella stubbar eru á fløguni.

Sum so ofta, so er talan um dygd, tá Jóhannus á Rógvu stendur aftanfyri.Hann eigur nógv av tónleikinum, men t..d. er eisini Jólamaðurin, sum Hans Jaocob Højgaard eigur lagið til.

Yngri og eldri høvundar eiga orðini á fløguni.

Jóhannus hevur spælt, framleitt og lagt tónleikin til rættis. Tað er eingin loyna, at hann er millum allar fremstu bass úrmælingum okkara og hjá teimum, ið festa seg við lágu tónarnar, eru í mongum førum ein frægd at lurta.

Men tað er sum barnafløga og jólafløga, at hendan stendur. Og hon útgávan hevur langtsíðani prógvað sín rætt til at liggja ovast í jólahosuni. At Útgávan nú er á fløgu er bara enn meira spennandi.

Axel Eysturstein hevur gjørt húsan, ið leiðir hugan hjá teimum, ið drekka bjór, inn á kavaølið hjá Tuborg. Men tað sigur líka nógv um tann hugsandi, sum um húsan.

Upptøkurnar eru frá 1985 til 1999. Hejoka hevur givið út.