Ikki hoyrist nógv til oljuvirksemi um okkara leiðir í hesum døgum. Tað er sum tøgnin valdar. Men tað nýtist tó als ikki at vera nakað ringt tekin. Rætt er tað, at eingin boring hevur verið á landgrunninum í ár og verður tað møguliga heldur ikki næsta ár. Kortini eiga vit at geva tí virksemi, sum er og verður beint hinumegin markið, ans. Tvs. boringum á Atlantsmótinum og tískil við tilknýti til okkara egna øki.
Sum áður greitt frá her í blaðnum verða ikki færri enn fýra fyri okkum viðkomandi brunnar boraðir í ár. Tríggir beint við markið, Cambo, Rosebank og Bedlington og eitt sindur longur eystari, Laggan. Hesi nøvnini siga okkum kanska ikki so nógv, men millum oljufólk og í oljuverðini eru hetta ikki einkisigandi og tilvildarlig nøvn. Hesi nøvn kunnu fáa kollveltandi týdning fyri oljuleiting og oljuvinnu á Atlantsmótinum í framtíðini. Bara ein av hesum fýra boringum gevur eitt positivt úrslit, so kann hon fáa positivar fylgjur fyri leiting á føroyska landgrunninum eisini.
Í løtuni verður Cambo boraður. Hetta er fund, sum varð gjørt fyri tíð síðani og sum verður mett at vera eitt lønandi fund. Nú verður so roynt at finna fram til, hvussu stórt fundið er. Tað liggur beint hinumegin markið og nær 005 loyvinum hjá ENI og Føroya Kolvetni á okkara landgrunni. Positivt úrslit har vil alt fyri eitt skapa størri áhuga fyri hesum loyvinum. Taka vit so Rosebank, so er tað ein brunnur, sum verður boraður í juli ella august, tá boriskipið West Navigator, flytur seg nakrar fjórðingar norður eftir frá Cambo til Rosebank. Verður tann brunnurin til eitt lønandi fund, hvat summi í oljuverðini halda er væl møguligt, so setur tað ljóskastaran á umráðið okkaru megin markið, sum er eitt av økjunum, sum verður boðið út til leiting í 2. rundu.
Fara vit so eitt sindur longur suður eftir aftur so verður í august borað í Bedlington-prospektinum. Eisini nær markinum. Ein spennandi brunnur, tí hann liggur ikki so langt frá verandi feltum í framleiðslu, Foinaven og Schiehallion. Fjórði brunnurin er so Laggan. Tað er eitt gamalt gassfund, sum verður mett at verða lønandi.
Allar hesar boringar hava stóran týdning fyri framtíðar leiting á Atlantsmótinum og fyri tær báðar utbjóðingarnar, tí 2. føroysku megin markið og tí 22. bretsku megin markið. Komandi loyvini her fara nettup at liggja báðumegin markið og góð úrslit frá umrøddu boringum vilja hava týdning fyri komandi útbjóðingarnar. Laggan, sum liggur eystari, fer so at hava týdning fyri vónirnar at byggja upp ein infrastruktur fyri gassframleiðslu.
Eisini føroysku oljufeløgini eru við í virkseminum. Atlantic Petroleum er við í Bedlingtonboringini við 1% við møguleika at hækka partin til 2,5%. Faroe Petroleum arbeiðir við at keypa seg inn í Laggan. Hetta merkir, at unga og nýggja føroyska oljuvinnan fylgir við og roynir at sleppa upp í part ? báðumegin markið. Tað kann bert vera gott, hóast luttøkan er lítil. Men tá skal eisini havast í huga avmarkaðu orkuna. Bæði feløgini hava júst havt aðalfundir, og teir vóru merktir av bjartskygni og framskygni. Vónandi fer teirra virksemi at bera ávøkstur føroyska samfelagnum til frama. Enn er tó spónurin bert settur í. Nógv og stórt arbeiði liggur fyri framman. Boringarnar í summar kunnu koma at vísa, at teirra vónir ikki eru hvørvisjónir.
Sosialurin