Spennandi sviar á Gøtusandi

Eisini á G verður høvi at hoyra svenskan popp, tá svenskur sonevndur superbólkur kemur á vitjan á G!

G! Festivalurin avdúkar enn eitt útlendskt navn. Hesuferð er talan um svensku Amason, sum sigast vera millum mest spennandi nøvnini á svenska tónleikapallinum.

 

Tá tónleikatíðarritið Gaffa herfyri skuldi velja ársins bestu svensku útgávur higartil, so var tað Sky City hjá Amason, ið fekk heiðurin sum besta útgáva.

 

- Gaffa skrivaði, at Amanda Bergman kanska hevur bestu songrødd í Svøríki, og at tónleikurin hjá hesum superbólki kennist ekstremt væl settur saman. Hetta eru vælgjørdir popmelodiir og gjøgnumarbeiddar atmosferiskar framleiðslur, ið útstrála  eins væl proggresivan tónleik sum Fleetwood Mac. Gaffa staðfestir, at sum ein heild, er útgávan næstan heilt fullkomin, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

 

Amason er ein sonevndur superbólkur, har songkvinnan Amanda Bergman, ið vit kenna úr bólkinum, Hajen, ið seinni æt Jaw Lesson og Idiot Wind, stendur á odda fyri fýra øðrum tónleikarum, ið allir hava gjørt vart við seg í bólkum sum Dungen, Little Majorette og Mike Snow.

 

Amason byrjaði at spæla saman í 2012 og hava givið eina EP og nøkur støkløg út, men tað var í januar, at fyrsta heila útgávan kom út. Ummælarar og áhoyrarar eru á einum máli um, at hetta er framúr gott. Fyrsta staklagið Duvan hevur fingið góða móttøku.