Talan er um ein bát av Stormforce-slagnum, sum kann taka 12 ferðafólk og sum haraftrat er útgjørdur við flúgvarasetrum.
Birgir hevur leitað víða og leingi eftir einum slíkum báti, millum annað á internetinum. Umsíðir fann hann henda bátin í Írlandi.
- Hetta slagið av bátum er sera væl umtókt allastaðni. Skal ein lata ein slíkan bát byggja, er bíðitíðin eini trý ár.
- So leingi høvdu vit altso ikki tíð at bíða. Vit satsa uppá at byrja longu í mai mánaði, sigur Birgir, ikki sørt spentur uppá komandi summarið.
Á og undir sjónum
Tey seinastu árini hava í hópatali av føroyingum og fremmand ferðafólk verið á túrunum, sum Norðlýsið skipar fyri.
Her hevur verið talan um ymiskar túrar kring oyggjarnar, millum annað út í Stóru Dímun og Koltur, eins og fólk hava havt møguleika fyri fiskitúrum og at kava frá bátinum.
Serliga væl eydnaðir og vælumtóktir munnu helst vera tær serstøku konsertirnar, sum hava verið fyriskipaðar í útvaldum hellum í Nólsoy og í Hesti.
Í hesum førunum hevur verið neyðugt at flyta fólkið í land við smærri bátum, og her fer nýggi báturin at vera sera hentur til flutningin.
- Við hesum bátinum fara vit at kunna bjóða fólki eitt meiri spennandi konsept, sigur Birgir, sum hevur siglt við Norðlýsinum síðani 1989.
18.000 ferðafólk
Í løtuni eru Birgir og hansara fólk í ferð við at fyrireika enn eitt summar fyri ferðafólkini.
Byrjað verður longu við áðurnevndu hellu-konsertunum í mai mánaði og halda fær áfram alt summarið, heilt til seinast í august mánaði. Men hetta er bert ein partur av skránni sum teir umborð á Norðlýsinum hava at bjóða teim áhugaðu í summar.
Við nýggja bátinum verða møguleikar fyri enn størri útboði og munandi betri tænastu. Óhugsandi er ikki at talið av ferðandi verður munandi størri enn í fjør.
- Í fjør fluttu vit 18.000 fólk út í oyggjarnar. Í ár vænta vit enn fleiri, sigur Birgir.
Við Stormforce-bátinum og hinum bátunum er lagt upp til eitt spennandi summar hjá Birgiri og hansara fólki.