Spennandi stundir á Sunda bókasavni

Virksemið hjá Sunda bókasavni er nú byrjað aftur eftir summarsteðgin. Fyrst tiltakið hevur longu verið, og tað næsta verður mikukvøldið 24. september. Tiltøkini verða hildin eina ferð um mánaðin, og verða nógv áhugaverd evni tikin fram.

Á komandi tiltakinum verður tosað um gamlar myndir. Nógvar slíkar finnast á bókasavninum, og her kunnu fólk fáa høvið at tosa um tær og møguliga eisini seta nøvn á persónarnar á teimum.

Á skránni í vetur eru mong áhugaverd evni. Millum annað verður tosað um haruna og bíbliusøgur, eins og tey fáa vitjan av sangskrivaranum Martini Joensen, sjónleikaranum Eyð Matras og Sølva Reinert Hansen sum fer at tosa um at seta sær mál í lívinum og at røkka teimum.

- Hesi tiltøkini eru við til at menna bókasavnið. Fólk hava fingið eyguni upp fyri, at bókasavnið er eitt livandi stað og ikki bert eitt rúm við nøkrum hillum við bókum.

- Vit kunnu bara staðfesta, at meiri lívi er komið í bøkurnar, verður sagt úr Sunda bókasavni.