Spennandi stórdystur í Sørvági

Tvey av liðunum í næstbestu fótbóltsdeildini, sum kunnu roknast at vera millum avbjóðararnar at flyta upp, hittast í dag í Sørvági

Eftir at hava húsast í Sandavági síðstu árini eigur 07Vestur aftur heimavøll í Sørvági, har umstøðurnar nú eru betri, enn tær vóru.

Í fyrsta umfari, sum var fyri viku síðani, var 07Vestur í Klaksvík, har tað eydnaðist gestunum at vinna 2-0 við málum, sum vórðu skorað í seinna hálvleiki. Í dag fer FC Suðuroy vestur í Vágar. Suðuroyarliðið fekk góða byrjan upp á kappingina, tá ið tað í fyrsta umfari endaði við tryggum 4-0 heimasigri ímóti B71.

 

Giza/Hoyvík vann í fyrsta umfari 3-0 á heimavølli ímóti Víkingi. Heimavøllurin er á niðara vølli í Gundadali. Í dag fer Giza/Hoyvík at spæla á útivølli. Ferðingin verður tó ikki so langan tein, tí tað verða teir næstbestu hjá HB, sum í dag fara at taka ímóti. HB legði í fyrsta umfari rygg til 4-2 tap í Streymnesi.

Teir í Sundalagnum eru í dag farnir at ferðast. Leiðin gongur um Skopunarfjørð at vitja B71, sum skal reisa seg eftir tapið á Vágseiði.

 

Í fyrsta umfari tapti AB 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ. Aftur í dag eigur AB heimavøll. Hesaferð er tað ímóti KÍ, sum fyri viku síðani tapti 2-0 á heimavølli ímóti 07Vestur.

NSÍ skal aftur í dag spæla á útivølli. Nú er tað í Leirvík ímóti Víkingi, sum tapti 3-0 í Gundadali ímóti Giza/Hoyik fyri viku síðani.

 

Víkingur-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 13.00

07Vestur-FC Suðuroy: Rani A. Skaalum  kl. 15.00

HB-Giza/Hoyvík: Dagfinn Forná kl. 12.30

AB-KÍ: Rúni Olsen kl. 15.00

B71-EB/streymur: Johan Petur Michelsen kl. 15.30