FIMLEIKUR
Sunnudagin var tann næsta av trimum steypakappingum hjá Føroya Fimleikasambandi á skránni. Hesaferð var tað Havnar Fimleikafelag, sum skipaði fyri. Umleið 20 fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag kappaðust á gólvinum.
Fimleikararnir kappaðust eins og seinast í fýra bólkum; kvinnur, kvinnuunglingar, menn og mansunglingar. Kappingin gekk skjótt og væl, og var sera spennandi. Fimleikararnir menna seg í hvørjum, og kappingin harðnar teirra millum. Tað sæst, at síðan lopgólvið var keypt fyri nøkrum árum síðani, eru amboðsfimleikararnir í Føroyum farnir nógv stig fram.
Seinasta steypakappingin í amboðsfimleiki á hesum sinni verður komandi leygardag í fimleikahøllini í Glyvra Skúla. Tá fara kvinnur og kvinnuunglingar at kappast á bitanum, meðan menn og mansunglingar skulu kapast í ringunum. Fimleikafelagið Støkk verður vertur fyri hesi seinastu kappingini.
Úrslitini sunnudagin vóru hesi:
Kvinnur:
Nr. 1Elinborg T. Durhuus, Ljósið 7,6 stig
Nr. 2Anita Knudsen, Støkk7,3 stig
Nr. 2Monika Poulsen, Støkk7,3 stig
Kvinnuunglingar:
Nr. 1Kristina Toftegaard, Støkk9,3 stig
Nr. 2Silja Højgaard, Støkk9,2 stig
Nr. 3Natasha Barbara Olsen, Ljósið7,2 stig
Menn:
Nr. 1Øssur D. Eiriksfoss, HF8,45 stig
Nr. 2Høgni R. Øster, HF7,75 stig
Nr. 3Rósing Dam, HF7,6 stig
Mansunglingar:
Nr. 1Olivur D. Eiriksfoss, HF7,75 stig
Nr. 2Jákup Debus Hansen, Støkk6,5 stig
Nr. 2Jóni Christiansen, HF6,5 stig