Landsstýrismaður
Nýggi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, tók við starvinum í gjár.
Jacob Vestergaard sigur, at hann er spentur upp á at taka við nýggja starvinum. Tað er ein stór avbjóðing, sigur hann, men leggur samstundis dent á, at hann ikki fer í starvið við tí fyri eyga at gera nakrar stórar broytingar soleiðis beinanveg.
?Politikkurin verður tann sami, sum førdur hevur verið frammaundan. So fáa vit at síggja, hvat hendir, og hvussu tað kemur seg, sigur hann.
Arbeiðsdagurin há nýggja landsstýrismanninum byrjaði á skrivstovuni hjá Løgmanni úti í Tinganesi, har teir prátaðu saman um starvið og tað, sum við hongur, áðrenn teir fóru yvir til Strond, har løgmaður kunnaði starvsfólk og nýggja landsstýrismannin fyri hvørjum øðrum.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur sjálvur røkt sarvið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum hendan seinasta mánaðan, síðan Jørgen Niclasen legði frá sær. So formliga skiftið millum landsstýrismenninar verður millum teir báðar.
Almenn móttøka fyri nýggja landsstýrismanninum verður í Tinganesi í morgin. Dagurin er settur til í morgin orsakað av, at tá kemur løgtingið saman, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking.