Spennandi skrá letur upp fyri tunlinum

Nú tað av álvara styttist til dagin, tá Norðoyatunnilin fer at lata upp, koma fyrstu tiltøkini undan kavi í hesum sambandi.

Leygardagur 29. apríl er søguligi dagurin hjá norðoyingum og føroyingum í síni heild.
Henda dagin verður á fyrsta sinni koyrandi undir Leirvíksfjørð.
Hetta er ein hending, sum ein ikki ætlar at lata fara aftur við borðinum. Hetta skal markerast og tað við lít.
Í hesum sambandi er settur ein samskipari til øll hesi tiltøkini, Steintór Rasmussen. Saman hava tey arbeitt við hesum og er longu ein fyribilsskrá almannakunngjørd.
Sagt verður tó, at henda skráin verður dagførd leypandi. Og tí er líkt til, at tey vitjandi í Klaksvík fara at fáa ein hóp av spennandi tiltøkum at velja millum.
 
Suð og framsýning
Fyrireikingararbeiðið hjá arbeiðsmonnum og samskipara hevur gingið so væl, at nú er klokkutíð sett á, nær tunnilshátíðarhaldið fer at byrja.
Sambært skránni fer hátíðarhaldið at byrja kl. 14 og varir í slakar tveir tímar. Men bæði fyri og eftir hetta verða nógv onnur tiltøk á skránni.
Tiltøkini byrja í roynd og veru 13. apríl, tá sangbólkurin Suð og Vokalkompagniet fara at hava konsert. Og 22. apríl skal serstaka Tunnils-kórið venja.
Sjálvur hátíðardagurin byrjar árla á morgni, tá Dúgvan og Ternan fara at flyta ferðafólk um fjørðin. Eru tey nóg tíðliga á fótum, verða tey møtt av livandi tónleiki í býnum.
Fleiri framsýningar eru eisini at fara til. Ein listaframsýning verður við listarfólkum úr Norðoyggjum, og annars verður framsýning um Klaksvíkar Sjúkrahús og framsýningin á Norðoya Fornminnissavni.
Seinnapartin lata handlar og framsýningarnar upp aftur, og síðani er Open by night úteftir.
Dagin eftir er longu greitt, at tvey spennandi tiltøk verða á skránni sum helst fara at savna nógv fólk.
Í fyrsta lagi fer KÍ at spæla heimadyst móti B68 av Toftum kl. 15, og kl. 15:30 fer Suð at framføra Messias í Christianskirkjuni.
Sum skilst er alt sum bendir á, at talan nærum verður um eina býarstevnu, tá Norðoyatunnilin letur upp.