Børnini tyrpast kring kørini við alskyns forvitnisligum sjódjórum, ið eru at síggja á Sjómannadegnum
Tey smáu gera stór eygu, tá onkur av teimum størru er so djarvur at taka ein yvirvaksnan krabba upp úr einum av mongu kørunum við fiski og sjódjórum, sum eru sett upp á Stongunum í Klaksvík.
Allan fyrrapartin hava børnini hingið við nøsini tætt niður móti sjónum í kørunum við løgnu verunum. Spurningarnir flúgva gjøgnum luftina, og tey vaksnu standa fús at svara, sum frægast.
Sum fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, nevndi í setanarrøðuni, er tað stuttligt at síggja, hvussu væl tað er eydnast á Sjómannadegnum at hava børnini við í tí, tey vaksnu takast við.
Børnini hava longu havt sína egnu fiskikapping, og um eina løtu sleppa tey aftur upp í leikin. Um middgasleitið fara menn úr grindafelagnum nevniliga at skera upp tveir grindahvalir, meðan teir greiða frá, hvussu hetta eigur at gerast, og hvussu tað ymska á grindhvali eitur.










