Tríggir finalistar við hvør sínum stíli hittast leygarkvøldið til finaluna í singer/songwriter 2004
Leygarkvøldið verður finalan í singer/songwriter 2004. Tríggir luttakarar hava vunnið seg í finaluna, men tað tykist at vera ógvuliga torført at peika á nakran greiðan favorit.
Kappingin hevur í ár hilnast framúr væl. Fyriskipararnir Hafnia og Heineken er ógvuliga væl nøgdir við tiltakið og serliga tann áhuga, ið fólk hava víst tiltakinum. Ein orsøkum til, at stig vóru tikin til at fáa kappingina upp á beinini var at geva føroyskum tónleikarum ein møguleika at framføra og gera karmarnar áhugaverdar fyri bæði luttakarar og áhoyrarar. Roknað verður við einari stúgvandi fullari Hafina Lounge leygarkvøldið kl. 22.
Ógvuliga ymiskir
Luttakararnir leygarkvøldið eru ógvuliga ymiskir og fjøllbroyttir.
Yngsti luttakarin er Jóannes Lamhauge. Hann er 18 ára gamal og nokk best kendur frá leikluti sínum sum Jósef í sangleikinum Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið. Jóannes vísti í sínum innleiðandi umfari, at hann dugir annað enn at spæla Jósef. Hansara sangir eru týðuliga merktir av, at tað býr nakað aftan fyri orðini. Í innleiðandi umfarinum spældi hann fyri tað nógva kærleikssang-ir, sum fólk tóku sera væl ímóti.
Kári Páll Nolsøe er elsti og helst eisini, í tónleikahøpi, tann minst kendi luttakarin leygar-kvøldið. Hann meldaði seg til stuttleika til kappingina, og tað vísti seg eisini at vera ein gløgg avgerð. Kári Páll Nolsøe dugdi framúr væl at undirhalda áhoyrarnum í sínum innleiðandi um-fari. Onkur hevði hug at kalla hann ein lítlan Hanus Johansen og ein stóran entertainer. Hvat av hesum er rætt ella skeivt, kunnu fólk sjálvi taka støðu til leygarkvøldið.
Kári Páll og Jóannes vunnu seg í finaluna í innleiðandi umfarinum fyri einari viku síðani. Rókur Jakobsen hevur bíðað eitt sindur longri eftir finaluni. Hann vann sannførandi fyrsta innleiðandi umfari. Hann vísti sínar væl kendu dygdir sum sangari við einari frálíkari framførslu. Leygarkvøldið er mótstøðan ein onnur enn í innleiðandi umfarinum, og tað verður spennandi at vita, hvørjum dómarunum fara at dáma best. Rókur hevur gjørt eina lítla broyting í mun til innleiðandi umfarið, men stílurin verður mestur tann sami.
Studiodagar
Sum áður nevnt er tað rættiliga trupult at siga, hvør kann hugsast at fara vinna leygarkvøldið. Tað kann í øllum førum loysa seg hjá vinnaranum at venja dúgliga undan finaluni. Vinnarin fær nevnliga tveir upptøkudagar í Útvarpi Føroya og gávukort frá Hotel Hafnia. Hetta kom sera væl við hjá vinnaranum í fjør, Kristleif Zachariassen, sum fyri kortum gav sína fyrstu fløgu út.
Hvussu leikur fer fáa vit at síggja leygar-kvøldið kl. 22.