Spennandi sending um byggilist

Hin føroyski arkitekturin Eyðun Eliassen er í løtuni frammi við eini sendirøð i sjónvarpinum um føroyska byggilist. Fyrsti partur var vístur í SVF sunnukøldið
Eyðun Eliassen hevur eitt serligt talent, hann kann sum fáur fáa okkum út á ferðir í Føroyum til huldar partar av okkara veruleika. Hesuferð gekk leiðin til ein bygning hjá SEV í Vestmanna. Tað eru slíkir bygningar vit ikki leggja til merkis. Eyðun fær okkum at síggja við eygunum hjá fagurfrøðinginum. Best av øllum er, at Eyðun hevur ta neyðugu frástøðuna. Hann dugir at meta um ein føroyskan bygning, ið fyri tað kundi staðið í Íslandi, Skotlandi ella á Norðpólinum.
Eyðun dugir eisini væl at fáa løtuna at tala. Hann dugir at brúka tónleik, at fáa hann at arbeiða saman við myndum av áum, kava og húsið í Vestmanna. Hann torir at satsa, at fáa stillar løtur at tala. Sum so var hendan fyrsta sendingin hjá Eyðuni beint tað øvugta av vanligum sjónvarpi. Her var einki buldur og brak, eingi skjót klipp, dummsmartar jinglur, eingin irriterandi leitan eftir tí sensationella. Einki um kærleikslívið hjá byggifrøðinginum, ella hjá Jack Kampnann, ið búði í Vestmanna og kom at velja farvurnar á bygninginum. Hjá Eyðuni møta vit einari fakligari formidling á høgum støði. Men vit ikki-arkitektar kunnu eisini fylgja við. Eisini brúkar hann Gunnar Hoydal sera væl, ikki sum katastrofu sendingin um Jens Paula Heinesen.
Eg gleði meg til næsta partin.