Spennandi seinnapartur fyri alla familjuna

Argir: Leygardagin fer 6. B flokkur við Argja skúla at skipa fyri einum spennandi familjudegi.

Ætlanin hjá flokkinum er at fara á seturskúla í Danmark í mai mánaði, og til hetta krevst sjálvandi peningur. Og tað er m.a. til hetta, at tiltakið við skúlan verður fyriskipað. Ætlanin er sjálvandi eisini at geva fólki møguleika at koma saman til eina hugnaliga løtu.
Á skránni henda seinnapartin verður m.a. ponyríðing, køkutombola og fiskibrunnur. Byrjað verður kl. 11 og verður síðani hildið á til út á seinnapartin.
Ætlanin er at hava seturskúlan á einum frítíðarsentri í Norðurjyllandi, har møguleikar eru til nakrar dagar, bæði í gaman og álvara.