Spennandi samanlegging

Dia Midjord, álitismaður í Útvarpi Føroya, metir, at samanleggingin av loftmiðlunum gevur nógvar nýggjar og spennandi møguleikar, sum kunnu skapa ein betri føroyskan loftmiðlaheim. Men hann er ikki nøgdur við Jógvan á Lakjuni. - Landsstýrismaðurin skjýtur fyrst og spyr aftaná, og hann vónar heldur enn at vita, sigur Dia Midjord

Dia Midjord er ein av trimum álitisfólkum í Útvarpi Føroya, og varar hann av program- og tíðindafólkunum í ÚF. Tá vit fingu orðið á Dia mikumorgunin, hevði hann bæði herðaklapp og gleps at bera landsstýrismanninum í mentamálum og myndugleikunum sum heild.

Western politikkur
Dia Midjord er - eins og talskvinnan í sjónvarpinum aðrastaðni á síðuni - ónøgdur við framferðarháttinum hjá Jógvani á Lakjuni. Dia sigur, at neyðuga fyrireikingararbeiðið hevur ikki verið gjørt undan hesi stóru samanlegging.
- Vit hava havt felagsfund við landsstýrismannin, og hann hevur eingi svar at geva okkum. Eingin kanning er gjørd av málinum, og landsstýrismaðurin hevur skotið fyrst og spurt aftaná, sigur Dia Midjord. Hann sigur, at í verandi støðu er talan um vónir fram um vitan, og tá slíkar avgerðir verða tiknar, má nakað av vitan eisini vera fingin til vega.
- Hetta minnir ikki sørt um villa western lívið, har man fyrst plaffar niður og síðani kannar, hvat man gjørdi, sigur Dia flennandi. Á stóra felagsfundinum við mentamálaráðharran vóru hesar ákærur sambært Dia prógvaðar.
- Mentamálaráðharrin segði áhaldandi, at tað eru vit, sum eru serfrøðingarnir og skulu finna fram til, hvussu vit fáa vinning burturúr samanleggingini, og hann vísti, at hann ikki visti heilt sjálvur. Tá hann sigur soleiðis, kann eg ikki halda mær at spyrja, hví hann ikki hevur vent sær til sínar serfrøðingar frammanundan, sigur Dia Midjord.

Skerd kapping
Eitt nógv umtalað fyribrigdi eftir avgerðina um samanlegging er kappingin á føroyska loftmiðlaøkinum, sum er ein fortreyt fyri fjølbroytni, góðsku og realiseringini av fólkaræðisligum meginreglum.
- Eg vil avgjørt mæla til, at vit varðveita tvey sjálvstøðug redaktiónsumhvørvi, í øllum førum innan tíðindaframleiðslu, sigur Dia Midjord. Spurdur, um verulig kapping kann vera í einum og sama stovna, ásannar Dia, at kappingarelementið ongantíð verður tað sama.
- Tað verður so ikki nøkur náttúrlig fair play kapping, og sjálvandi verður kappingin skerd við samanleggingini, men við tveimum sterkum redaktørum kunnu vit kanska varðveita nakað av kapping, sigur Dia Midjord.

Nýggir møguleikar
Hóast misnøgdina við framferðarháttin er Dia Midjord ikki í iva um, at samanleggingin av ÚF og SVF opnar nýggjar og spennandi dyr, har nýggir samstarvsmøguleikar kunnu menna føroyska loftmiðlaheimin.
- Um vit eru nóg dugnalig, kann ein samanlegging saktans vera mennandi. Hóast tíðindaframleiðslan eigur at fara fram í tveimum óheftum umhvørvum, kunnu útvarp og sjónvarp saktans samstarva á t.d. mentanarliga økinum, sigur álitismaðurin í ÚF. Tá talan er um kjak, tíðarleys evni og drúgt fyrireikingararbeiði til eitt evni, sum skal á dagsskránna, eru samstarvsmøguleikarnir sambært Dia nógvir.
Umframt hetta vísir tíðindamaðurin á, at SVF og ÚF eisini kunnu samstarva undir størri tiltøkum.
- Tá valdagur ella oyggjaleikirnir eru á skránni, hava vit (ÚF og SVF) altíð runnið um beinini á hvørjum øðrum at dekka ymsu økini í berari kapping, og vit hava nærmast traðka fótasporini niður hjá hvørjum øðrum. Nú kunnu vit møguliga á ein konstruktivan hátt koordinera framleiðsluna, sigur álitismaðurin í Útvarpi Føroya, Dia Midjord, at enda.