Í mai mánaði byrjaði royndarverkætlanin við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum, tá 30-35 húsarhald í Vágs kommunu fóru undir at skilja matleivdir ella lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.
- Nú eru umleið tríggir mánaðir síðan, at tunnan við lívrunnum tilfari varð tømd fyrstu ferð. Tá varð lívrunnið tilfar, tøð (seyðalortur) og træspónir blandað saman í kassar til endamálið. Síðan er hetta gjørt triðju hvørja viku.
Í Vágs kommunu siga tey seg vænta, at tilfarið verður til mold/sankutøð eftir umleið seks mánaðum. Tá kann moldin - ella sankutøðini - so brúkast aftur í eitt nú kommunalum ella privatum urtagørðum.
- Royndarverkætlanin gongur sera væl, og bæði Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Umhvørvisstovan fylgja við stórum áhuga við verkætlanini, og báðir hesir stovnar hava verið á vitjan í Vági í summar.
Lagt verður aftrat, at í farnu viku var Umhvørvisstovan á vitjan, og tey lótu sera væl at, eins og tey kundu staðfesta, at fyrsta “blandingin” longu er mold-kend, hóast tað bara eru smáir tríggir mánaðir síðan, at fyrsta blanding varð gjørd í fyrstu viku í juni.
Hjalti Thomsen, leiðari av endurnýtsluplássinum hjá Vágs kommunu, greiddi Umhvørvisstovuni frá, at ymiskar royndir verða gjørdar við “blandingunum” fyri at finna fram til, hvør riggar best - og í onkrum av kassunum er hitin farin upp um 70 stig. Hetta er tekin um, at prosessin frá lívrunnum tilfari til sankutøð gongur væl.
##med2##