Í morgin, leygardagin 21. februar hava foreldur og avvarðandi at hjartasjúkum børnum møguleika at hittast fyri at hoyra um viðføddar hjartasjúkur og skifta orð um, hvørjum føroyskar familjur við hjartabørnum hava tørv á.
Lars Søndergaard, serlækni á Ríkissjúkrahúsinum, fer at greiða frá viðføddum hjartasjúkum og svara spurningum frá foreldrunum. Eisini verður skipað fyri orðaskifti, har øll hava møguleika at til at siga frá, hvørjum hjartabørn og familjur teirra í Føroyum hava tørv á.
Endamálið við familjudegnum er at geva avvarðandi at hjartabørnum møguleika at hittast og seta orð á, hvat tey halda skal til, fyri at hjartabarnfamiljur kunnu kenna seg tryggar í Føroyum.
Miðað verður ímóti einum hugnaligum og upplýsandi degi, har børnini eisini hava møguleika at hitta onnur við viðføddum hjartafeili.
Meðan tey vaksnu lurta og tosa, verða børnini ansað og klovnurin Hannibal vitjar. Dagurin endar við tunnusláttri.
Hetta er fyrstu ferð, at hjartabarnsfamiljur verða savnaðar til tílíkt tiltak og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð. Ætlanin er at skipa fyri regluligum tiltøkum av ymiskum slag.
Tiltakið, sum verður 21. februar kl. 10.00 ? 16.00, verður hildið í Kommunuskúlanum í Kongagøtu í Havn. Stigtakari til tiltakið er »Hjartabarnið«, sum er nýstovnaður áhugabólkur hjá Hjartafelagnum. Hjartabarnið hevur til endamáls at arbeiða fyri føroyskum hjartabørnum og familjum teirra. Øll eru vælkomin.
Lesið meira um »Hjartabarnið« á www.hjartafelag.fo(TRÝST HER) og melda til tiltakið á hjartabarnid@hjartafelag.fo
Skráin fyri dagin er soljóðandi:
10.00 ? Morgunmatur
10.30 ? Lars Søndergaard
12.00 ? Døgurðasteðgur
13.00 ? Orðaskifti um hjartabarnsfamiljur í Føroyum
13.00 ? Hannibal vitjar børnini
15.00 ? Børnini sláa tunnu
16.00 ? Familjudagurin endar










