Mánadagin, 2. november, verður skipað fyri einum festligum felagstiltaki í Klaksvík.
Tiltakið, ið ber heitið »Harudagur«, er sprottið úr tí føroyska mentunararvinum, nevniliga fyrsta harudegi, tá loyvt er at skjóta haru.
Dagurin verður hildin við nógvum og spennandi tiltøkum, øll við tí eina felagsevninum »harudagur«. Meiningin við einum tílíkum degi er at koma saman og hava tað stuttligt, ella eisini at fáa eina meirvitan um føroysku haruna.
Dagurin byrjar við, at allir dagstovnarnir í Klaksvík fara í felagsskrúðgongu niðan á vøllin, har skipað verður fyri felagssangi við ymsum harusangum. Kendar og minni kendar harur verða eisini at finna ímillum allar hinar fittu harurnar.
Bakaríið hjá Jórun kemur at borðreiða við leskiligari harumenu, og eisini verður harukafé allan dagin.
Sølubúðin hjá Verkstaðnum á Brekku er eisini opin við hópin av vøkrum gávulutum.
Seinni um dagin verður skipað fyri haruskattajakt fyri børn í skúlaaldri, tvs teim yngru flokkunum.
Um trýtíðina verður so ein stuttlig hugnaløta úti í býnum, har býráðslimir fara at kappast um at leypa longsta harulop.
Húsið fer eisini at hava nógv ymisk og stuttlig tiltøk umframt haruting/ítriv inni í húsinum
Aftan á nátturða, klokkan 19, verður sera áhugaverd filmssýning í Atlantis. Vístur verður filmurin »Haruveiða í felag«, ið snýr seg um haruveiðu í Suðuroy, sum er nakað ørvísi enn aðrastaðni í landinum.
Eftir filmin verður so áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar Bókasavni, har Jákup Isaksen fer at greiða frá haruveiðu í Norðoyggjum.
Seinni um kvøldið verður so harukonsert í Húsinum, ókeypis atgongd, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið er fyrireikað av:
Norðoya Kunningarstovu, Húsinum, Klaksvíkar Bókasavni , Atlantis, Norðoya Fornminnasavni og Klaksvíkar Svimjihøll.










