Tað var skilligt, at ungdómstinglimirnir høvdu fyrireikað seg væl.
Tað var nú soleiðis, at helmingurin av tinglimunum komu úr Eysturskúlanum, harav teir flestu frá Nám X. Hinir ungdómstinglimirnir komu úr Venjingarskúlanum og Tvøroyrar Skúla.
Við sær høvdu teir tilsamans 32 ungdómstinglimirnir 12 uppskot til samtyktar, og vóru tey 12 uppskotini soljóðandi:
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslóg um fo?lkaskúlan (næmingara?ð)
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslóg um fo?lkaskúlan (teldur)
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um fo?lkaskúlan (føroyskt ma?l)
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um ferðslu (prutl-aldursmark)
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um ferðslu (prutl-ferð)
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um innflutning og sølu av ru?sdrekka
Uppskot til samtyktar um frukt og grønmeti i? skúlunum
Uppskot til samtyktar um at fáa ny?ggja lærugrein (Retorikk) inn i? framhaldsdeild fo?lkasku?lans og miðnám
Uppskot til samtyktar um at hækka ferðafra?dra?ttin til ung a? øllum samferðsluøkjum
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um fo?lkasku?lan (heimsa?tru?naður)
Uppskot til samtyktar um at endurskoða tingmannalønirnar
Uppskot til løgtingslóg um broyting i? løgtingslo?g um ræði á ma?lum og ma?lsøkjum (yvirtøka av málsøkinum løgregla og a?kærumyndugleiki)
Væl fyrireikað
Ungdómstinginum var álagt, at minst eitt uppskot skuldi samtykkjast og minst eitt skuldi fellast.
Og tinglimirnir løgdu dent á undir nevndarviðgerðini at bera so í bandi, at greitt tilmæli var um, hvørt uppskotini skuldu samtykkjast ella fellast.
Tingið var deilt upp í tríggjar nevndir, eina mentanarnevnd, eina vinnunevnd og eina rættarnevnd. Og ymiskt var, hvussu nevndirnar býttu seg sundur.
Mentanarnevndin var samd um øll fýra uppskotini, meðan eitt nú vinnunevndin býtti seg sundur í ein meiriluta og ein minniluta.
Talan var sum nevnt um 12 uppskot, sum vórðu beind í hesar tríggjar nevndirnar, og tað vísti seg, at seks av teimum 12 uppskotunum vórðu samtykt, meðan seks vorðu feld.
Ungdómstingið megnaði tískil at samtykkja helmingin av uppskotunum, meðan hin helmingurin varð feldur.
Løgtingsformaðurin upplýsti eftir ófráboðaðu fyrispurningarnar, sum vóru seinnapartin týsdagin, at ungdómstinglimirnir høvdu tikið orðið heilar 250 ferðir teir báðar dagarnar, ið ungdómstingið hevi vart. Og tað er jú ikki so lítið.
Sum sagt vóru ungdomstinglimirnir væl fyrireikaðir »heimanífrá«, og tað vístu bæði uppskotini, sum vórðu viðgjørd hesar báðar dagarnar, og teir 24 ófráboðaðu fyrispurningarnir, ið settur vóru teimum seks landsstýrisfólkunum og løgmanni.