Tað verður eitt tætt, spennandi og ikki minst krevjandi svimjukvøld á Isle of Wight tá finalu umførini verða í kvøld. Tað er møguleiki fyri tíggju heiðursmerkjum metir formaðurin.
Mánadagin gekk lutfaldsliga illa við heiðursmerkjum. Í gjár regnaði tað við gullheiðursmerkjum, so vit nú eru komin upp á átta gullheiðursmerki í svimjing. Í kvøld hava vit svimjarar í øllum finalunum og tað møguleiki er fyri fleiri heiðursmerkjum.
? Hetta verður eitt hart kvøld og tað verður tætt í fleiri av finalunum. Tí koma marginalarnir at verða avgerandi, sigur Jón Hestoy, formaður í svimjisambandinum.
Svimjisambandið skrivar soleiðis um finalurnar í kvøld:
100 blandað menn
Teir vóru tættir her, Thomas Hollingsworth av Guernsey á 59.66, Ben Lowndes av Guernsey á 1:00.57, Pál Joensen á 1:00.65 og Frank Estrada av Menorca á 1:00.89. Hetta verður óivað trupult hjá Páli, í kvøld. Dánjal Hestoy varð nummar 12 við 1:05.20, uttanfyri finalupláss.
400 frí kvinnur
Cecilia W. Eysturdal megnaði akkurát at svimja seg í finaluna, við 4:29.77 har Emily Bashforth av Jersey svam bestu tíð 4:24.23, Kristina Neves av Guernsey næstbestu 4:24.30, Amy Harper úr Hetlandi triðbestu 4:28.00, og Charlotte Atkinson av Isle of man fjórbestu 4:28.59. Eva varð nummar 12 við 4:50.92, uttanfyri finaluna.
200 rygg menn
Magnus Jákupsson megnaði her bestu tíð í innleiðandi við 2:04.76, frammanfyri Tom Gallichan av Jersey á 2:08.56, Niclas Högberg av Gotlandi við 2:11.70 og Ian Powell av Guernsey við 2:12.05. Men hendan bitan kunnu vit ikki kanna okkum enn, Powell hevur bestu tilmeldingartíð 1:59.69, og er so sanniliga í form.
100 bringa kvinnur
Andrea Strachan úr Hetlandi er í form, og svam imponerandi oyggjaleikamet 1:11.88 longu í innleiðandi, í mun til metið 1:12.51 sum Helen Watts svam á Guernsey í 1999. Turið S. Christiansen varð nummar tvey við 1:14.69, Charlotte Manning av Jersey nummar trý við 1:14.84, meðan Tanja Skaalum tíverri endaði á einum 8. plássi uttanfyri finaluna við 1:18.89.
100 frí menn
Í 100 frí komu báðir føroyingarnir víðari, Pál við næstbestu tíð 52.52 aftanfyri Jeremy Osborne av Guernsey á 52.16 og frammanfyri Tom Gallichan av Jersey á 52.95. Pauli Ø. Mohr varð nummar 5 við 53.51, tíðirnar eru tó ikki serliga eftirfarandi, við tað at allir óivað spardu seg til í kvøld. Pál eigur bestu tilmeldingartíð og síðani Gallichan, Osborne og Pauli.
50 frí kvinnur
Aftur her komu báðir føroyingarnir víðari, Kristina Eliasen við næstbestu tíð 27.45 og Birita Debes við triðbestu 27.56, aftanfyri Emily Bashforth av Jersey á 27.39, og Birita ájavnt við Andreu Strachan úr Hetlandi. Her gekk forrestin galið hjá Guernsey, so at báðar teirra endaðu uttanfyri finaluna, Kristina Neves við 7. bestu tíð 27.81, og Victoria Parfit við 8. bestu 28.30.
50 firvald menn
Magnus Jákupsson fekk her triðbestu tíð 26.12, aftanfyri Ian Powell av Guernsey á 25.29 og Thomas Hollingsworth av Guernsey á 25.31, men frammanfyri Josep Mercadal Mascaró av Menorca á 26.32. Powell eigur bestu tilmeldingartíð 24.60, meðan besta tíð hjá Magnusi er føroyska metið hjá honum frá úttøkustevnuni í apríl, á 24.92. Pauli Ø. Mohr svam 27.52, 9. pláss og uttanfyri finaluna.
200 rygg kvinnur
Birita Debes svam fjórbestu tíð her, 2:23.40, meðan Charlotte Atkinson av Isle of Man svam 2:22.20, Lara Butler av Cayman 2:22.77, og Lotte Parfit av Guernsey 2:23.18. Birita hevur tó bestu tilmeldingartíð 2:20.30, og burdi átt formin til at endurtaka hana, eisini hóast hon í kvøld hevur svomið finalu í 50 frí beint áðrenn. Atkinson hevur næstbestu tilmeldingartíð 2:21.25.
4x100 blandað menn
Teir fýra Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen og Dánjal Hestoy svumu her triðbestu tíð 4:02.70, aftanfyri Guernsey á 3:58.25 og Isle of Wight á 3:59.61, við Jersey sum nummar 4 á 4:04.26. Oyggjaleikametið hjá Guernseyer 3:49.32 frá 2009, har okkara vunnu silvur við 3:49.68.
4x100 frí kvinnur
Astrið Foldarskarð, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Cecilia W. Eysturdal kláraðu næstbestu tíð 4:04.08 í innleiðandi, aftanfyri Jersey á 4.03.23 og frammanfyri Guernsey á 4:05.42. Her verður tó heilt vist onkur útskifting til í kvøld, nú Guðrun Mortensen, Kristina Eliasen og Birita Debes sótu á kantinum. Oyggjaleikametið hjá Jersey er 3:55.76 frá 2009, í kapping har vit vórðu kolldømd fyri tjóvstart í einum skifti.
Rás2 sendir beinleiðis frá finalunum í kvøld. Byrjað verður at senda eftir tíðindini klokkan 17.