Spennandi og forvitnislig bók um Kap Farvel

Síðst í hesum mánaðinum, umleið 25.-28. november, kemur ein nýggj og sera áhugaverd bók á marknaðin. Talan er um bókina "Teir tóku kjansin  søgan um Kap Farvel", ið Birgir Waag Høgnesen í Vestmanna hevur skrivað

Tá eg vaks upp í Klaksvík í seksti- og sjeytiárunum, vóru flest allir dreingir í grannalagnum sjómannasynir. Eg minnist enn hvussu spennandi tað var hjá teimum at fáa allar páparnar aftur í grannalagið. Og tað er júst áhugin fyri hesum umhvørvinum, ið fekk meg at fara undir at skriva hesa bókina, sigur Birgir Waag Høgnesen, ið hevur skrivað bókina "Teir tóku kjansin  søgan um Kap Farvel", ið varpar ljós á fleiri tættir í føroyskari skipasøgu.

Birgir er 45 ára gamal og klaksvíkingur. Hann hevur roynt mangt og hvat, hann var t.d. við hekkutrolaranum Nónhamri tveir túrar í 1977-78 sum kokkur. Nakrar túrar var hann eisini undir Íslandi við snellubátum. Hann hevur eisini arbeitt sum bilasølumaður og havt egnan handil við knallertum og var við til at stovna hýruvognsstøðina Auto í Klaksvík.

Síðan 1984 hevur Birgir búð Vestmanna, har hann er giftur við Jónhild, og tey eiga fýra børn og tvey barnabørn. Hann hevur verið virkin í bygdalívinum har og stovnaði t.d. fótbóltsfelagið Æsir, Undirhúsið í Vestmanna og byrjaði bátasevnurnar í Føroyum, sum nú eru sera væl umtóktar.

Birgir sigur, at tað var í sambandi við Undirhúsið at áhugin fyri Kap Farvel tók seg upp. Meðan teir samlaðu myndir til húsið, komu fleiri myndir av Kap Farvel undan kavi. Myndir av hesum fyrsta frysti- og hekkutrolaranum hugtóku meg rættuliga nógv, og ikki minst tær positivu frásagnirnar um skipið, sum menninir í Undirhúsinum søgdu frá.

Síðan Undirhúsið byrjaði í 1999, hevur tankin um eina bók um Kap Farvel alla tíðina verið har, og á sumri 2004 fór Birgir rættuliga í gongd við at savna tilfar, kanna skjøl og tosa við fólk, sum høvdu verið við skipinum.

Bókin "Teir tóku kjansin  søgan um Kap Farvel" er ein spennandi og forvitnislig søga, ið varpar ljós á fleiri tættir í føroyskari skipasøgu. Í bókini eru 12 persónligar samrøður við menn, sum møttu Kap Farvel áðrenn skipið kom til Vestmanna, og við menn sum hava verið við skipinum undir føroyskum flaggi. Tað var í 1966 at vestmenningar tóku kjansin og keyptu Føroya fyrsta hekkutrolara. Í bókini, ið er um 240 blaðsíður, er eitt ótal av forvitnisligum myndum. Birgir gevur bókina út á egnum forlagi, sum eitur Rustarin, og hon kann umbiðast á www.kapfarvel.com ella á rustarin@kallnet.fo