Spennandi nýhugsan

Borgarstjórin í Havn heldur, at Atlantic Hotel er ein spennandi nýhugsan. – Býurin tørvar hotellkapasitet og tað er kærkomið við virksemi á havnaøkinum, heldur Heðin Mortensen

Á middegi fríggjadagin høvdu stigtakararnir til flótihotellið fund við býráðið í Havn, har ætlanir teirra vóru lagdar fram, og ein umsókn um økið varð latin inn. Sambært Martin Restorff vóru reaktiónirnar frá býráðnum positivar.
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var sjálvur við á fundinum, og hann sær ætlanina sum eina spennandi nýhugsan.
– Eg haldi at her er veruliga talan um nýhugsan. Býurin tørvar hotelkapasitet, og vit hava eisini kjakast nógv um, hvat vit kunnu gera við økið á Skálatrø. Nú er man komin við einum heilt øðrvísi uppskotið, har man fer heilt út á sjógv, og tað haldi eg vera spennandi, sigur Heðin Mortensen og vísir á, at her er talan um kvalitet.
Uppskotið er nú farið víðari til byggi- og býarskipanarnevnd býráðsins, har tað verður viðgjørt politiskt. Og nakrir spurningar eru at viðgera. Millum annað tann sannroynd, at onki matrikkulnummar er at finna á vánni. Her skal so ein loysn finnast so ella so.
Eisini skal uppskotið til viðgerðar hjá Havnanevndini, síðani henda verkætlan umfatar havnaøkið.
Og júst tað, at uppskotið umfatar havnaøkið, heldur Heðin Mortensen vera spennandi.
– Eg haldi tað vera kærkomið við aktiviteti á havnaøkinum, sigur hann.
Nú er uppskotið farið víðari til byggi- og býarskipanarnenvdina. Har skal tað viðgerast væl og virðiliga, áðrenn tað verður lagt fyri býráðið. Heðin Mortensen dugir ikki heilt at siga, nær hetta verður, men tað verður so neyvan fyrr enn fyrst í komandi ári, metir borgarstjórin.