Árliga Nýggjárskonsertin verður 2. jólakvøld í ár. Tað er sum vænt Kyndil, ið skipar fyri konsertini, og luttakandi bólkarnir í ár eru Páll Finnur Páll, Lama sea, SIC, The Message og The Dreams. Hetta er ein sera fjøllbroytt skrá, við nøkrum av Føroya mest popputtu bólkum, og ivaleyst eisini Føroya harðasta bólki.
Her er talan um nakrar av teimum bestu yngru bólkunum í landinum, og eitt lýsingarátak. Við at taka, lýsingarátakið The Message við, tekur Nýggjárskonsertin tráin upp eftir Summar Festivalinum, ið lat Føroya Tele úlpurnar vera millum nøvnini á stóra pallinum.
Nýggjárskonsertin plagdi saman við Ólavsøkukonsertini at vera eitt tað stórsta árliga tónleika tiltakið. Konsertin er enn væl dámd, men kann ikki longur rópast líka stór, nú festvilar hava millum 4-6.000 vitjandi. Profilurin hevur altíð verið kendir og royndir bólkar. Í ár er einki undantak, hóast miðalaldurin á tónleikarunum, sum spæla á hesi konsert, uttan iva er lægri enn nakrantíð áður, so er hetta heldur eitt tekin um, at ungu bólkarnir hava megnað at vunnið væl fram á føroyska tónleikapallinum heldur enn, at hetta ikki eru kendir bólkar.