Flogbóltur, menn
Tað vóru oddaliðið og botnliðið, sum møttust á Kambsdali leygardagin, men sum dysturin gekk, sást lítið til, at liðini halda til í hvør sínum enda av stigatalvuni.
Fimm sett skuldu til, áðrenn Fram hevði tryggjað sær sítt 7. og 8. stig í kappingini móti ÍF, sum enn einki stig hevur fingið. Frammanundan var hetta ein dystur, sum Fram sá út til at fara at vinna uttan stórvegis trupulleikar. Teir høvdu longu vunnið móti øllum hinum liðunum í deildini. Og tá ÍF hevði tapt móti hesum somu trimum liðunum, so skuldi ikki verið so nógv at tosað um.
Men tíbetur gongur tað ikki altíð so sum roknað verður við - um so var hevði ikki verið neyðugt at spælt dystin...
Eru ávegis
Fram er framvegis oddalið við fullum stigatali, og teir hava verið rímiliga sannførandi higartil, sjálvt um teir hava tapt sett móti øllum hinum liðunum. Og ÍF er enn stigaleyst, men avrikið móti Fram vísir, at teir ikki fara at verða fastir stiggevarar í vetur. Tað ræður bara um at vera meira støðugir enn higartil. Verða teir tað, eru fyrstu stigini ikki langt burturi.