Eysturoy: Ferðavinnan í Eysturoynni skipaði í fjør fyri níggju mentanarkvøldum í Eysturoynni. Fýra av teimum vóru hildin í Skótamiðdeplinum á Selatrað, eitt í bygdasalinum á Skála og fýra í Kappróðrarneystinum á Glyvrum.
Í vetur metti ferðavinnan í oynni, at mentanarkvøldini vóru so væl eydnað, at strembað eftir at fáa tiltøkini uppaftur betri enn í fjør.
Innihaldið á teimum ymsu kvøldunum var ymiskt. Tó var felags fyri øll kvøldini, at borðreitt var við føroyskum mati til gestirnar. Harumframt varð skipað fyri upplestri, sangi og framførslu av einum ella hvørjum slagi. Og eitt av hæddarpunktunum var eisini føroyski dansurin.
Tá mentanarkvøldini vóru á Glyvrum kundu gestirnir eisini royna at rógva kapp, og vísti tað seg, at hetta var serstakliga væl umtókt.
Aftur í ár
Av tí at kvøldini í fjør vóru so væl umtókt, hevur ferðavinnan í Eysturoynni gjørt av at taka táttin uppaftur í ár. Undir heitinum »Føroyakvøld« fer tað fyrsta av bakkastokki longu nú leygarkvøldið í Kappróðrarneystinum á Glyvrum.
Enn er ikki fastlagt nær og hvar hini Føroyakvøldini verða, tí tey verða fyriskipað eftir áheitan.
Men á Selatrað, Skála, Norðskála, í Fuglafirði, á Kambsdali, í Norðagøtu og á Glyvrum, hava tey víst áhuga fyri at hava Føroyakvøldini. Og kvøldini eru ætlað bæði útlendingum og føroyingum.
Tað fyrsta kvøldið verður nú leygarkvøldið á Glyvrum. Sum vanligt verður borðreitt við alskyns føroyskum mati. Ymiskt undirhald verður á skránni. Millum annað upplesnaður um føroyska samfelagið, søgu og mentan, og eisini verður ein filmur um Føroyar vístur. Kvøldið endar við eini dansiframførslu við dansifelagnum Látrinum á Eiði, har gestirnir eisini sleppa at royna stev.
Til ber at keypa atgongumerki fyri 300 krónur í Kunningarstovuni í Runavík og á Sjómansheiminum. Til ber eisini at bíleggja atgongumerki í Kunningarstovuni í Fuglafirði. Føroyakvøldið byrjar klokkan 19.