Spennandi móti Moldova

Liðskiparin hjá U-18 monnuinum vónar, at føroyska liðið kann gera ein vørr móti Moldova

 

Hondbóltsprát


Tað er eitt lið við hampuliga royndum leikarum, sum mikudagin fer til Rumenia at luttaka í U-18 undankappingini hjá monnum. Talan er um sama lið, sum í fjør noyddist at avloysa U-20 liðið, tí størsti parturin av hesum varð at kalla bannlýstur av HSF.

Tað ferðina varð talan um fleiri stórtap til føroyska liðið, men kanska var hetta heldur ikki meira enn væntandi, tá mótstøðumenninir vóru tvey ár eldri enn teir føroysku.


Verður hart

Aldursmunurin er sostatt beindir burtur í ár, men hóast hetta, so roknar liðskiparin, Regin Petersen, við, at talan verður um nakrar sera harðar dystir.

- Kropsliga haldi eg, at vit eru so hampuliga væl fyri, og í fjør var tað ikki orkan, sum var trupulleikin. Tað vísur seg tó, at teknikkurin og styrkin hjá mótstøðumonnunum er væl betri enn okkara, og tað kann gerast ein trupulleiki.

Hóast hetta, so heldur hann ikki, at vit eiga at avskriva allar vónir til liðið upp á forhond.

- Nei, hjá okkum ræður um at stríðast alla tíðina, og so vóna, at hetta fer at røkka til góð úrslit. Ikki minst móti Moldova hava vit ein møguleika at gera um okkum, mneðan tað er heldur ivasamt, um knnul gera nakað við Rumenia og Georgia, sigur Regin Petersen at enda.