Hesi bæði liðini brustu eisini saman í fyrsta dystinum í ár, og tá vann EB/Streymur 2-1 í Serpigerði.
Lyklaleikarar mangla
Hjá EB/Streymi er greitt, at teir noyðast at verða ein ella fleiri lyklaleikarar fyriuttan. Bóltsnillingurin Hans Pauli Samuelsen er leikbannaður, eftir at hann fekk sítt fimta gula kort í 1-0 sigrinum á B36 í Havn farna vikuskifti.
Rumenski framherjin, Sorin Anghel, var ikki við í dystinum móti B36, tí hann var skaddur, og hann verður neyvan við í dag, tí hann hevur als ikki vant í vikuni. Somuleiðis tykist tað ógvuliga ivasamt, um miðvallarstríðsmaðurin Marni Djurhuus verður við, tí hann er somuleiðis skaddur, frætta vit úr EB/Streyma-leguni.
Hjá GÍ er greitt, at Poul Arni Jacobsen ikki verður við, tí hann var rikin av vølli, tá ið GÍ mikukvøldið vann stórsigur 5-1 á B71 á Sandi í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Hans Pauli Petersen verður heldur ikki við hjá GÍ, tí at hann er skaddur. Leikandi venjarin hjá gøtumonnum, Krzystof Popczynski, sigur, at gøtumenn hava nógv at spæla fyri, men samstundis viðgongur hann, at teir mangan hava tað trupult móti júst EB/Streymi.