U19 landsliðið møtir so sterkum londum sum Portugal og Ungarn, men fær eisini møguleika at vinna stig móti San Marino. Eins og U17 landsliðið skal eisini U19 í eldin fyrst í november.
Lutakastið var í gjár, og tað lagaði seg soleiðis, at Føroyar skulu møta vertunum úr Portugal, Ungarn og so San Marino.
Meðan tvey tey fyrstu liðini ljóða enntá sera trupul uppgáva, skuldi borið til at fingið eitt líkinda úrslit móti san Marino.
Kappingin fer fram í Portugal og leikdagarnir eru 4., 6. og 9. november.
Abraham Løkin er venjari hjá U19 landsliðnum og hann sigur, at tað avgjørt liggja spennandi uppgávur í hesum bólkinum.
- Vit hava havt stórar avbjóðingar fyrr, og at møta Portugal er avgjørt spennandi, samstundis sum bólkurin eisini gevur møguleika fyri meiri enn tí eina stiginum, sigur Abraham Løkin.










