Spennandi leikur frumsýndur í Klaksvík í kvøld

Í kvøld, týskvøldið 31. mai, klokkan 19, verður nýskrivaði einrøðuleikurin, ?Í mínum hondum?, frumsýndur í Spaniastovu í Klaksvík. Tað er Eyð Matras, sum bæði hevur skrivað leikin og sum spælir.

Fyri einum ári síðan fekk hon starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og hesin leikurin er eitt ítøkiligt úrslit av tí

Søgan í leikinum er íspunnin, men byggir á veruligar hendingar.

Leikurin er um Onnu, sum er søgufrøðingur og býr í Danmørk, men er nú heima í Føroyum og ansar mammu síni, sum er illa sjúk.

Tá ið mamman doyr, finnur hon eitt bræv og eitt armband við grønari perlu, sum fanga hana. Anna fer at kanna, hvat hetta hevur at týða, og loynidómar úr fortíðini verða avdúkaðir.

Hon granskar á bókasavninum og lesur um Katrinu Joensdatter, konu Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við Niclasi Normann, einum ungum manni av hollendska skipinum Westerbeek, sum fór á land í Suðuroy í 1742.

Sum leikur fer, verða vit drigin millum fortíð og nútíð, og so líðandi verða træðrirnir greiddir um upprunan hjá Onnu.

Leikurin lýsir eitt tíðarskeið í Føroya søgu, tá ið mong vóru fátæk, undirbrotlig og innitokin. Gjøgnum Onnu uppliva vit lívið hjá eini kvinnu fyri tríhundrað árum síðani, hennara stríð ímóti órættvísi og tráanina eftir kærleika og nærleika.

Lívið hjá Onnu verður sett í perspektiv, tá ið hon sjálv skal taka týdningarmiklar avgerðir um sítt lív.