Flogbóltur
Eftir at teir báðir landsliðsvenjararnir, Niclas Joensen og Romica Pascu, í eina tíð hava vant við einum bruttohópi, er avgerðin um endaligu samansetingina av landsliðshópinum nú greið.
Nakrir nýggir leikarar eru við í hópinum, har rúm ivaleyst verður fyri onkrari debut. Eitt nú er bert 15 ára gamla Durita Ljósstein Johansen úr Mjølni við á liðnum, eins og Vivian Mikkelsen úr SÍ og Guðrið Syderbø úr Fleyr bert eru 18 ára gamlar. Eitt annað »nýtt« andlit er eisini Maria Skaalum Petersen. Hon var við á landsliðnum, tá oyggjaleikirnir vóru í 1995, men vegna lesnaðin hevur hon ikki verið eins aktiv síðani tá.
Í EM-undankappingini, sum verður hildin í Luksemburg, eru Føroyar í bólki við Cypros, Liktenstein og Luksemburg. Hin undankappingarbólkurin er samansettur av Írlandi, Íslandi, Grønlandi og Skotlandi. Føroyska liðið fer avstað 1. januar.
Annars skuldi manslandsliðið, sum er í Skotlandi til EM-undankapping, í eldin eftir døgurða fríggjadagin, tá Ísland var mótstøðuliðið, og væntandi verður okkurt at frætta frá teimum í týsdagsútgávu okkara.