Spennandi kvinnudystur á Hálsi

Føroyameistararnir úr Stjørnuni spæla sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, og í Havn kemur VB á vitjan hjá Kyndli

Kvinnurnar skulu eisini í dyst hetta vikuskiftið. Leygardagin vitja meistararnir hjá Stjørnuni á Skála. Hetta er fyrsti dystur hjá Stjørnuni í landskappingini, men lítil ivi man vera um, at tær ætla sær inn á Skála eftir báðum stigunum.
Strandakvinnur fingu eina ringa byrjan, tá tær fingu ein ordans lúsing frá Neistanum í Havn síðsta vikuskiftið. Neistin vann við 15 málum, og um StÍF ikki vísir betri spæl leygardagin, so kunnu tær vænta somu viðferð frá Stjørnuni.
Hin dysturin er á Hálsi sunnukvøldið, har Kyndil tekur ímóti VB. Kyndil hevur styrkt sær munandi um liðið frá síðsta kappingarárið, og tí kunnu vit vænta nógv av teimum. VB hevur mist onkran leikara frá í fjør, men tær ætla sær eisini at leika við í oddinum í ár.
Hetta er fyrsti dysturin hjá hesum báðum liðunum í kappingarárinum, og tí er ringt at meta um, hvat vit skulu vænta. Eitt er tó sikkurt. Bæði liðini ætla sær sigurin sunnudagin, og tí kunnu fólk vænta ein sera spennandi dyst í høllini á Hálsi.