Mikudagin vitjaði ting-og landsstýrismanning Javnaðarfloksins á vestara arm á Skálafjørðinum, og sambært javnaðarmanningini er hetta eitt spennandi øki, sum er í stórari menning.
Dagurin byrjaði í frískúlanum í Kelduni í Skálafirði, og síðan varð farið í ullvirkið Snælduna á Strondum.
Á middegi henda dagin varð døgurði etin saman við bú- og starvsfólkunum á eldrasambýlinum Sjóvarlon á Strondum, og seinnapartin varð vitjað á Strandamáling og hjá NCC sum byggir Eysturoyartunnilin.
Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, luttók eisini á degnum saman við ting-og landsstýrismanning Javnaðarfloksins.
Tað veit heimasíðan hjá Sjóvar kommunu at siga.










