Leygardagin varð nýggja høllin í Kollafirði karmur um stóra hondbóltskapping, tá kollfirðingar høvdu vitjan av øðrum liði hjá danska felagnum AaB. Hini liðini í kappingini vóru meistararnir úr Kyndli og silvurvinnararnir úr VÍF.
Føroysku liðini kenna sjálvandi nógv til hvørt annað, tí hetta eru jú somu lið, sum ár undan ári spæla hvørt ímóti øðrum. Danska liðið vistu føroysku liðini hinvegin ikki nakað um. Tað einasta, sum kollfirðingar høvdu fingið at vita, var, at liðið er talentlið hjá besta liðnum hjá AaB, sum í løtuni hevur fult stigatal í bestu donsku deildini. Harafturat høvdu teir fingið at vita, at leikararnir kláraðu at gera tekniskar detaljur í einum sera høgum tempo.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ingi fekk fyrsta málið
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Kappingin var løgd soleiðis til rættis, at hvør dystur vardi 2 ferðir 20 minuttir, og liðini skuldu spæla ein dyst hvør ímóti øðrum. Í fyrsta dystinum leiktu kollfirðingar ímóti VÍF, og her vann VÍF við fimm málum. Tað mest áhugaverda var allarhelst, hvør mundi fara at fáa fyrsta málið, og sigast má, at tað bleiv eingin minni enn ein veteranur í føroyskum hondbólti, nevniliga vestmenningurin, Ingi Olsen, sum gjørdi fyrsta málið. Hetta fekk hann í allarfyrsta álopinum í dystinum, tá hann við einum góðum skoti sendi bóltin framvið KÍF-málverjanum, Óla Christian Djurhuus, og í málið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rókur í essinum
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Næsta dystin vóru mongu áskoðararnir sera spentir uppá. Tá skuldi unga danska talentliðið hjá AaB nevniliga leika ímóti verandi meistarunum úr Kyndli. Dysturin byrjaði við, at AaB spældi skjótt og væl og legði í hvørjum álopi eitt stórt trýst á kyndilsverjuna. Men sum tíðin gekk var týðiligt, at Kyndil ikki vildi geva skarvin yvir. Við einum sera væl leikandi Róki Akralíð á odda eydnaðist Kyndli at enda at vinna dystin tepurt, og hervið høvdu teir vunnið ein sera flottan sigur ímóti einum evnaríkum liði, sum veruliga vildi vísa føroyingum, hvør dugur er í teimum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$AaB vísti sínar dygdir
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Um tað var ferðafepur ella eitt sera vælleikandi kyndilslið er ilt at siga, men eftir ósigurin fyri Kyndli vildu AaB leikararnir veruliga vísa, at tapið ikki var nóg gott. Teir møttu í næsta dystinum vertunum úr KÍF, og í meðan Kyndil hevði vunnið enn ein dyst á síni kós, so vunnu donsku leikararnir sín fyrsta dyst, tá teir hálvavegnu vundu burtur úr kollfirðingum.
Mest eyðsýndi leikarin var uttan iva Michael Ibsen, sum var komin til Føroyar sama dagin, tí hann hevði spælt dyst við ligaliðnum hjá AaB fríggjakvøldið. Hann var bert við í seinna hálvleiki ímóti Kyndli, tí hann júst var komin til landið, men í dystinum ímóti KÍF vísti hann, hvussu góðir leikarar í bestu donsku deildini eru. Hann skeyt eitt skot fyri og annað eftir, og tey fuku um oyruni á bæði verju á málmanni hjá kollfirðingum. Dystin vunnu teir trygt, og nú sá út til, at teir høvdu lagt støðið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kyndil vann kappingina
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Meðan Kyndil hevði vunnið báðar sínar dystir, og AaB og Víf ein í part, so var tað ímillum hesi trý liðini, at kappingin skuldi avgerðast. Í síðsta umfarinum møttust AaB og VÍF, meðan Kyndil spældi ímóti KÍF, sum hevði tapt báðar sínar dystir.
Enn einaferð vísti liðið úr Aalborg ótrúliga gott hondbóltsspæl, tá teir vunnu á VÍF. Aftur hesaferð var tað ligaliðsleikarin Michael Ibsen, sum var tann besti leikarin. Men eisini vinstri vongurin, Rasmus Skram, vísti gott hondbóltsspæl, tá hann ferð aftaná ferð snýtti málverjan av vonginum.
So var spurningurin, um kollfirðingar fóru at megna at steðga Kyndli. Í síðsta dystinum leiktu hesi bæði liðini sínámillum, og enn einaferð gjørdist Kyndil vinnari. Hetta hevði við sær, at Kyndil vann allar sínar dystir og sostatt eisini kappingina.