Tey, sum fóru í Metanarhúsið í Fuglafirði hóskvøldið, fóru ikki vónsvikin avstað aftur. Tey bæði kvinnukórini høvdu lagt eina spennandi og øðrvísi konsert til rættis.
Meðan tær framførdu sangirnar, vórðu orðini uppvarpaði á veggin saman við vøkrum náttúrumyndum úr Føroyum. Millum sangirnar, las John Færø brot úr verkinum, Kærleiki Kristusar eftir Ahasverus, sum Jógvan Gerðalíð týddi til føroyskt.
Til Adoramus te, eftir G.B. Martini, dansaði Unnur Sjúrðardóttir Fonn.
Sangur, upplestur og dansur vóru ein frøi fyri oyra og hvíld fyri sinni í hesi strongdu jólatíð.
Í Ósáskúlanum
Skráin til konsertina í Ósáskúlanum í kvøld kl. 20.00, verður hin sama sum í Mentanarhúsinum.
Fyrst syngur Leirvíkar Gentukór sjey sangir, sum upprunaliga eru yrktir á svenskum av Britt G. Hallquist, við løgum eftir John Højbye.
Eftir ein stuttan steðg, kemur Suð á pallin við brotum úr kendum verkum, eitt nú Gandafloytuni hjá Mozart.
Jógvan við Keldu verður frásøgumaður, og eftir konsertina verður kaffi og smákøkur at fáa.