Spennandi í Hoyvík

Í kvøld og í annaðkvøld eru øll liðini í Atlantic Airways kappingini hjá monnum í dysti. Einamest spennandi tykist dysturin í Hoyík í kvøld millum H71 og VÍF verða.

Kappingarárið í ár hevur verið rættuliga óvanligt í fremstu mansdeildini, tí ilt er at spáa um undan dystum, hvør ið fer at vinna. Tað tykist sum um at øll liðini kunnu vinna á øllum, og eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er spældur.

Kann VÍF økja
Undan dystunum, sum vóru um vikuskiftið, vóru tað mong, ið høvdu hug til at avskriva møguleikarnar hjá vestmenningum at verja oddasessin, tí at liðið hevði mist tríggjar av týdningarmiklastu leikarunum á liðnum vegna skaða. Men VÍF gjørdi hesum spádómum til skammar, tá ið teir vunnu móti StÍF inni á Skála. Tá ið so nærmastu kappingarneytarnir úr Kyndli samstundis snávaðu móti Neistanum, økti VÍF um leiðsluna hjá sær í deildini.
Í kvøld skulu vestmenningar so á vitjan hjá H71 í Hoyvík, og hetta verður óivað ein spennandi dystur. Seinast hesi bæði liðini hittust í Hoyvíkshøllini endaði tað við javnleiki, og tá misnýttu hoyvíkingar enntá eitt brotskast í seinasta sekundinum.
Hvørki Ingi, Áki ella Áki G. Olsen vóru við í dystinum á Skála sunnudagin, tí teir eru allir skaddir, og teir verða heldur ikki við í kvøld. Hinvegin var eitt nýtt andlit, Sjúrður Poulsen, at síggja á liðnum, og havandi í huga, at hann fekk fimm mál í dystinum á Skála, so verður Sjúrður óivað við aftur í kvøld.
Hoyvíkngar hava nú fingið eitt sindur av viðráki aftur, og við sigrinum á KÍF sunnudagin hevur H71 strítt seg upp á triðjaplássið, har teir liggja javnir í stigum við KÍF og StÍF, men av tí at hoyvíkingar hava bestu málúrtøkuna, liggja teir í løtuni á bronsuplássinum.
Tað er ein missur fyri H71, at annar av sterku málverjunum hjá teimum, Levi Nybo, ikki verður við aftur fyribils. Levi er farin uttanlands í arbeiðsørindum, og hann verður ikki aftur fyrr enn til tvey tey seinastu umførini í kappingini. Tíbetur fyri H71, eru teir tó í teirri hepnu støðu, at teir hava tveir javnt góðar málverjar í Levi og Jens Skipagøtu.

Kann Neista halda fram á aldukambinum
Neistamenn syrgdu fyri einum rættuliga óvæntaðum úrsliti sunnudagin, tá ið teir bastu grannunum úr Kyndli. Neistin tykist verða komin fyri seg, og í kvøld hava teir so møguleikan at fáa tvey stig afturat í skjáttuna.
Kollfirðingar koma á vitjan hjá Neistanum á Hálsi, og um tað eydnast Neistanum at vinna dystin, so eru teir bert tað eina stigið aftan fyri KÍF.
Hinvegin noyðast kollfirðingar at vinna dystin, um teir framhaldandi ætla at verða við í stríðnum um bronsuna.
Ein dystur verður eisini í annaðkvøld, og hann verður í høllini á Hálsi, har Kyndil fær vitjan av steypavinnarunum úr StÍF. Kyndil er av álvara steðgað upp í seinastuni, og um ikki føroyameistararnir taka seg saman í næstum, so glíður meistaraheitið við vissu teimum av hondum.
Sunnudagin tapti eitt ógvuliga tannleyst Kyndlalið fyri Neistanum, og um teir ætla sær at fáa nakað burtur úr dystinum móti strandingum, so skulu aðrir bollar á suppuna.
StÍF tapti eisini sunnudagin, tá ið oddaliðið VÍF var á vitjan, men ilt er at meta um strandingar, tí teir hava verið sera óstøðugir í ár.