Spennandi hjá oddinum

Bæði VÍF og Neistin hava torførar útidystir á skránni

mikukvøldið

 

Hondbóiltur ? menn


Sum kappingin hevur lagað seg, so tykjast tað verða VÍF og Neistin, sum skulu dystast um gullmerkini í bestu mansdeildini, og bæði hesi skulu í eldin mikukvøldið.


Torføriri dystir

Fyri báðar partar er talan um dystir, sum kunnu verða sera torførir, so tó at bæði liðini mugu roknast fyri favorittar, so man eingin teirra taka nakað fyri givið.

Vestmenningar fara á vitjan á Skála, og har hava teir so longu fingið í minsta lagi eina ávaring, tá StÍF herfyri tók stig frá Neistanum. Harafturat var StÍF einasta liðið, sum megnaði at koppa vestmenningum í fjør, og ivaleyst vilja meistararnir eisini hevna hetta.

StÍF hevur í ár givið prógv um, at liðið kann spæla fult upp ímóti oddaliðunum, men hinvegin hava avrikini hjá liðnum verið ov óstøðug til, at liðið veruliga kann gera seg galdandi. Spurningurin er so, hvar avrikið hjá teimum fer at liggja á víttfevnandi skala teirra hesaferð.

Neistin fer samstundis á vitjan hjá Tjaldri, og fyri bara einum ári síðani, hevði hetta neyvan verið nakar dystur, sum Neistin hevði roknað við nøkrum trupulleikum av.

Eftir fleiri ár við løkum úrslitum, er rákið tó vent í Runavík, og í skrivandi løtu hevur liðið ikki tapt í trimum dystum á rað. Teirra millum á útivølli móti StÍF.

Í fyrra dystinum millum liðini í grundspælinum vann Neistin akkurát við einum brotskasti í seinasta sekundinum av dystinum. Í Havn vilja teir sjálvndi vera við, at liðið er vorðið betri síðani tann dystin, men spurningurin er so, uim Tjaldur ikki hevur betrað seg eins nógv.


Lokauppgerð á Hálsi

Seinasti dysturin mikukvøldið verður í Havn, har Kyndil tekur ímóti H71.

Enn einaferð má Kyundil finna seg í leiklutinum sum outsidari í dystinum, og hetta tykist gerast vanligi leiklutur teirra í ár.

Hoyvíkingar hava hinvegin triðja plássið í deildini at spæla um. Um vikuskiftið skryktu teir seg leysar av strandingum í hesum stríðnum, og møguleiki er nú at økja um munin, um so er, at VÍF fer at fáa fulla úrtøku á Strondumk.