Spennandi heystmóti í SMS

Mikukvøldið skipaðu klædnahandlar í SMS fyri hugnakvøldi við heystmótaframsýning. Byrjað var við lutakasti um gávukort, og síðani fór sýningin í gongd.

 

Í øllum hesum nýggja, sum handlarnir hava at bjóða í heyst, kundi ein eisini hóma eitt sindur av tí, sum hevur verið frammi seinnapartin í hesi øldini. Ikki minst slapp trýssarastílurin at royna seg í 90'ara útgávu, eins og tónleikurin, ið fylti rúmið, meðan ungfólkini, sum komu væl frá uppgávuni, gingu á pallinum.

Annars vóru litirnir, ið vit kunnu vænta okkum í heyst, rættiliga fjølbroyttir. Líka frá tí brúna og gráa, ið tó átti munin, til tað ljósareyða.

Aftan á var ábit, og ungi bólkurin, Deep-End, spældi mjúkar, jazzkendar tónar, ið riggaðu til høvið.