Spennandi hálvt maraton

Hóast eingin av rennarunum megnaði kravtíðina til Oyggjaleikir, gjørdist talan um eina vælmannaða og spennandi kapping í hálvum maraton leygardagin

RENNING

 

Eitt sindur meira enn bert føroyameistaraheitið stóð upp á spæl, tá føroyameistarakappingin í hálvum maraton var í Havn leygardagin, tí hetta var eisini seinasti møguleikin hjá rennarunum at klára kravtíðina til Oyggjaleikirnar á Álandi um smáar tveir mánaðir. Men tað skuldi vísa seg, at vindurin var so nógvur, at eingin var í nánd av at sleppa til Álands.

Hjá monnum var Guttorm Sørensen, sum hevur vunnið óteljandi kappingar av hesum slagnum, eisini tann, ið vísti seg at eiga mest í sær. Hann vann við tíðini ein tími, 17 minuttir og átta sekund, sum var hálvantriðja minutt frá kravtíðini.

Gudmundur Joensen og Guttorm fylgdust meginpartin av teininum, sum var fimm umfør millum Café Natúr og tyrlupallin yviri við Strond, men síðstu tríggjar kilometrarnar setti Guttorm spurtin inn og vann við einum lítlum hálvum minutti.

Andrias Hansen, sum er sterkari, tá talan er um heilt maraton, megnaði ikki fylgja við teimum báðum fremstu, og somu lagnu fekk Sam Vang, sum nokk so tíðliga hevði hug at dragna.

 

Nýggjur vinnari

Hjá kvinnunum hendu ymsar broytingar á leiðini. Árna Helmsdal, sum var føroyameistari í fjør, var leingi einsamøll á odda, men miðskeiðis á leiðini hevði hon hug at missa ferðina, og hesum gjørdu hinar sær dælt av.

Borgny Mohr Nielsen vann seg fram á Árnu eina løtu, men fór síðani framum og helt oddastøðuna allan vegin, so hon vann og gjørdist føroyameistari við tíðini ein tími, 43 minuttir og seks sekund. Eisini Ann Thomsen megnaði at fáa Árnu aftur og at yvirhálað, og við síni bestu tíð nakrantíð kom Ann á mál ein lítlan minutt eftir vinnaran, og ikki fyrr enn tríggjar minuttir seinni var Árna Helmsdal á málstrikuni sum triðbesta kvinnan hesa ferð.

Ikki færri enn 45 rennarar stillaðu upp til start, og sum skilst, er tað helst tað mesta nakrantíð í hesi kappingini.