Í kvøld verður onnur av seinnu hálvfinalunum í Coca Cola-steypakappingini hjá kvinnum leikt. Tað verður í høllini á Hálsi kl.20, har Neistin tekur ímóti Stjørnuni.
Stjørnan vann fyrru hálvfinaluna 26-25, og tískil er tað framvegis víðopið, hvat av liðunum skal røkka steypafinaluni.
Hin seinna hálvfinalan hjá kvinnunum verður spæld í annaðkvøld kl.20, tá ið Kyndil á heimavølli skal royna at stjala í minsta lagi fimm mál frá VB, sum vann fyrru hálvfinaluna 26-21.
Seinnu hálvfinalurnar í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum verða leiktar í annaðkvøld og fríggjakvøldið. Portalurin hevur upptakt til hesar dystirnar í morgin.