Tað var allatíðina sera tætt millum liðini bæði, og tað vóru ongantíð meira enn tvey mál á muni millum liðini. Viðhvørt var tað Kyndil, sum var á odda, og viðhvørt var tað Neistin.
Síðstu minuttirnir avgjørdu
Í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var tað Kyndil, sum allatíðina hevði hug at stinga nøsina fram um Neistan, men seinastu 20 minuttirnar av dystinum gekk tað báðar vegir.
Tað stóð á jøvnum 14-14, og liðini fylgdust so stavn um stavn til einans tríggir minuttir vóru eftir at leika. Tá legði Annika Ljósstein Neistan á odda 20-19 við brotskasti, og samstundis fekk sterki skjúttin hjá Kyndli, Randi Wardum, sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hetta var ein smeitur fyri Kyndil, sum misti eitt av sínum sterkastu álopsvápnum, og hetta sást eisini aftur. Kyndil fekk einki mál síðstu minuttirnar, og ístaðin kundi Nicoleta Radu Hansen sláa sigurin fastan fyri Neistan, tá ið hon skoraði til endaliga úrslitið 21-19.
Kyndil-Neistin 21-19(10-9)
Kyndil: Jórun Ludvig 5(2), Randi Wardum 5, , Anja Heinadóttir 3, Lina Andriulyte 3, Súsanna Petersen 2, Ronja M. Mikkelsen 1(1)
Neistin: Annika Ljósstein 6(1), Nicoleta Radu Hansen 6, Annika Thomsen 5, Rakul Augustinussen 2(1), Kára á Dunga 1, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: Kyndil 6(3); Neistin 5(2)
Útvísingar: Kyndil 3, neistin 3
Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
Áskoðarar: 78