Spennandi fundur við oljufeløg

Nú lítið og einki virksemi hevur verið á føroyska oljuøkinum í eina tíð fer komandi tíð tvørturímóti at bjóða uppá nógvar nýggjar avbjóðingar

Fríggjadagin 31. august verður rættiliga avgerandi fundur í Føroyum millum Jarðfeingi og umboð fyri øll oljufeløgini, sum eru virkin á landgrunninum. Tað er Jarðfeingi, sum hevur biðið um fundin í sambandi við 3. útbjóðingarumfarið, sum eftir ætlan verður latið upp seinni í ár. Á fundinum fara oljufeløgini at koma við sínum uppskotum og metingum av, hvørji øki tey kundu hugsað sær vórðu við í eini nýggjari útbjóðing.

 

Føroysku oljumyndugleikarnir halda tað eisini vera rætt at evaluera alla loyvisskipanina og treytirnar sum heild fyri oljuleiting við Føroyar. Tað eru nú umleið átta ár síðani, at fyrstu loyvini vórðu latin oljufeløgum at leita eftir olju á landgrunninum. Síðani tá eru boraðir fimm brunnar. Tann sætti verður boraður í heyst. Um somu tíð verður latið upp fyri tí triðja útbjóðingarumfarinum, og tað er í hesum sambandi, at bæði myndugleikar og oljufeløg vilja hava ein dialog um treytirnar. Sum Portalurin skilur støðuna, so vilja oljufeløg hava myndugleikarnar at gera onkrar av treytunum meira tíðarhóskandi og lagaligar ella liðiligar, eitt nú er talan um tann so nógv umrødda keikantin, har alt virksemi hjá oljufeløgunum skal fara um føroyskan keikant. Hetta hevur verið eitt nærum ófrávíkiligt krav frá føroyskum vinnulívi, og higartil hevur vinnu- og oljumálaráðharrin Bjarni Djurholm stuðlað hesum kravi. Nú fáa vit so at síggja, um fundurin tann 31. august fer at broyta nakað á hesum ella øðrum økjum.

 

Hendingarrík tíð

Meðan lítið virksemi hevur verið á oljuøkinum í eina tíð bendir tó nógv á, at vit fara at fáa eitt heyst og ein vetur við nógvum virksemi. Seinast í hesum mánaðinum fer Chevron undir at skjóta seismikk í 008 loyvinum við markið og tætt við stóra oljufundið á Rosebankleiðini. Úrslitið av hesum kanningum kann gerast grundarlag undir avgerð at bora ein brunn í 2008 ella 2009. BP fyrireikar seg til at bora Williambrunnin inni á føroyska landgrunninum. Ætlandi verður sett á í oktober. Síðst í august verður stórt jarðfrøðilig ráðstevna hildin í Havn, og fyrst í september verður altjóða oljumessa í Aberdeen, har eisini fleiri føroysk virki luttaka. Móti ársenda verða so nýggj leitiloyvi latin á landgrunninum. Hyggja vit so inn í 2008, so verður fokus sett á eitt annað spennandi øki á landgrunninum. Tað er loyvið 005 hjá ENI og Føroya Kolvetni, sum hava gjørt av at bora ein brunn har í 2008 ella 2009. Talan er um Anne Marie brunnin, ið ávísir oljuserfrøðingar halda vera kanska ein tann mest áhugaverda boringin á føroyskum øki higartil, tí hon liggur so tætt upp at stórum oljufundum á bretska landgrunninum, eitt nú Cambo og Rosebank. Hetta var upprunaliga eitt níggju ára loyvi, sum seinni varð búnað til eitt loyvi við boriforpliktilsi.

 

Samanumtikið má sigast, at føroysk oljuleiting gongur eini spennandi tíð á møti við nógvum nýggjum avbjóðingum. Innan fyri eitt tíðarskeið uppá tvey ár fara vit helst at síggja tríggjar brunnar boraðar á landgrunninum við nøkrum av heimsins størstu oljufeløgum sum fyristøðufeløgum: tí bretska BP, tí italska ENI og tí amerikanska Chevron.