Á framsýningini er nógvar áhugaverdar myndir, bæði gamlar og nýggjar. Nógv fólk og nógvar kendar býarmyndir eru at síggja. Eisini eru ljóðføri, búnar, og nógvir aðrir
lutir sýndir fram, eins og ein fiskibrunnur er til børnini.
Framsýningin er opin til kl. 19.00 fríggjadagin og leygardagin frá 10.00-13.00. Tá verður framsýningin tikin niður, tí salurin skal nýtast til hátíðarhaldið í vikuskiftinum.










