Fólk vóru komin ymsastaðni frá til framsýningina, sum var í sera hugnaligum umhvørvi í Ribarhús og Piddasahandli, sum eru í sama húsi.
Brøðurnir Bárður og Høgni á Lakjuni framførdu nøkur løg, meðan fólk hugnaðu sær við kaffi og køkum, hugdu at málningaframsýningini og vitjaðu í Piddasahandli við heimagjørdum pløggum og hópin av prýðislutum.
Sólvá hevur gjøgnum árini seymað nógvar myndir og sjálv givið frálæru í myndaseyming og aðrari kreativari seyming.
Tá ið Sálvá málar málningar, hugsar hon altíð um Føroyar, og myndirnar avspegla eisini tað.
Frá 1992 til 1997 fekk hon frálæru hjá hollendska "multikunstnaranum" Baukje Zijlstra."
Hon hevur luttikið á fleiri framsýningum í Danmark, og í løtuni eru nakrar av myndum hennara við á eini framsýning í Musikhuset í Esbjerg.
Málningaframsýningin verður opin: Mánadag - Fríggjadag frá kl. 15.00 - 17.30 og leygardagar frá kl. 11.00 - kl. 13.00. Framsýningin verður til seinast í september mánaði.










