Spennandi framførslur á Planet Awards

Miðlahúsið bjóðar nú aftur til Planet Awards, sum skal heiðra tey bestu innan føroyskan tónleik. Og eins og altíð verður nógvur livandi tónleikur á skránni.

 

Tann 28. Desember kl. 21.00 lata dyrnar upp í Garðinum í Havn, har Planet Awards bjóðar til framførslur frá Páll Finnur Páll, sum í ár hava latið út nýggja fløgu við heitinum Kom við mær. Teir eru eisini tilnevndir í kategoriini Ársins Sangur, við lagnum Eg drepi meg sjálvan. Eisini Jákup Eli Joensen skal framføra, og er hann einamest kendur fyri lagið Vanja, sum er tilnevnt Ársins Sangur. Høgni Reistrup gav fyri stuttum út triðju fløgu sína, sum ber heitið Samrøður við framtíðina. Hann skal framføra til Planet Awards og er tilnevndur í kategoriini Ársins Einstaklingur.

 

Uni Debess er eitt kent andlit á føroyska tónleikapallinum, og hevur hann júst útgivið sína fyrstu solofløgu. Uni skal eisini framføra á Planet Awards. Haraftrat verður framførsla frá Lenu Andersen, sum í ár hevur útgivið eina fløgu, og er tilnevnd í kategoriunum Ársins Einstaklingur, Ársins Songkvinna og Ársins Útgáva. Haraftrat verður framførsla frá Annu Faroe, sum í ár hevur givið út fløgu við Tórshavnar Big Band, James Olsen og Finni Jensen.

 

Atgongumerki kunnu keypast í Tutl handlinum á Káta horninum, og til ber at hoyra tiltakið á Rás2.

 

Um tú vilt atkvøða fyri tínum yndis tónleikara, so kanst tú síggja hvussu á pressan.fo