Nýggjasta fløgan á føroysku tónleikatindunum, er frá spennandi rock-gospel bólkinum, I AM. Bólkurin I AM, hevur í meir enn 3 ár bergtikið áhoyrarar kring alt landið. M.a. hava teir luttikið á fleiri Gospel Festivalum, Prix Føroyum, Ólavsøkukonsert, Live í ÚF og Rock í Føroyum II við vakra sanginum »Last Night«.
Nýggja fløgan frá I AM hevur heitið »Cast« og eru flestu sangirnir á enskum. Tó eru tveir sangir føroyskir. Á »CAST« verður dentur lagdur á nýmótans rytmur við góðum svingandi rocki, við guitarleikaranum Mikkjal Hvannastein á odda. Sjálvsagt hevur »CAST« eisini pláss fyri onkrum vøkrum stillum sangi, har sangarin Birgir I. Sigurðsson fær víst sínar sangdygdir.
Fløgan er tikin upp í Studio Pegasus í Klaksvík við In-G við knøttarnar. Ljóðgóðskan er fyrstafloks, har m.a. Óli Poulsen hevur havt meiri enn ein fingur við í spælinum. Hann hevur ráðgivið og hann hevur ljóðblandað fløguna í Lundgaard Studios í Danmark.
Fløguhúsin er ikki sum aðrir fløguhúsar. Húsin er gjørdur úr pappi og hevur eitt nýskapandi og tíðarhóskandi snið, ið hóskar seg væl til tónleikin, væl úr hondum greiddur av Høgna.
Fløgan hjá I AM, er kanska ein av bestu fløgunum á føroyska marknaðinum í ár. Fleiri sangir fara óivað at røkka høgt á tónleikatindunum og sigast kann, at hetta ártúsund verður endað við einum ordans braki frá Klaksvíksbólkinum I AM.
3?arin stendur fyri útbreiðsluni. Fløgan fæst til keyps um alt landið og er ein sjálvsøgd jólagáva.
IAM hava heimasíðuna www.iam.fo.









