Fyrradagin varð útgávutiltak í Tutl fyri tí nýggju fløguni hjá Brandi Enni, sum eitur "Funerals and Celebrations".
Brandur Enni fegnast um, at fløgan loksins er komin, tí talan hevur verið um eina langa bíðitíð, síðani hann fór í holt við fløguna í Stokkhólmi í 2012.
"Funerals and Celebrations" er innspæld í Stockholm í 2012 og fløgan inniheldur - stakfløguna "Transmission from Oblivion" og studioútgávuna av "Other Side of the World" - sangir sum hava havt dúgliga umferð í Kringvarpinum í ár. Talan er um eina verkætlan millum Brand Enni og svenska framleiðaran Mariu Marcus.
Á fløguni er nútímans elektropoppur at finna lið um lið við púra naknar akustiskar upptøkur.
Brandur Enni vitjaði Rásarúmið í morgun til eitt prát um fløguna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Brand Enni. Á ljóðfíluni hoyrast eisini fimm styttri brotpartar av fimm løgum, sum eru á fløguni.









