Tvær 1/8 finalur verða á skránni í Morgunroðanum á Rás2 í morgun. Vertirnir í Morgunroðanum, James Olsen og Eyðfinn Drewsen fara at avgreiða tvær spennandi 1/8 finalur í Firmakappingini hjá Rás2 í morgun.
Kl. 10.20 verða tað Rit og Rák og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, sum fara at kappast. Kl. 11.15 verða tað Innlendismálaráðið og Reyni Service, sum fara at kappast um at koma í fjórðingsfinaluna.
Morgunroðin fær eisini vitjan frá Norðurlandahúsinum og Tryggingarfelagnum Føroyar, í samband við tað sera spennandi konsertina ?The Wall?, sum verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið.