TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av sendingini, SportBoxini á Rás2, sum nevnist "Fótbóltspanelið".
Í fótbóltspanelinum fyrrapartin hevði Tróndur Arge boðið fótbóltsbrøðrunum, Gert og Arnbjørn Hansen at koma í Rásarúmið.
Tosað var um fótbóltsuppvøksturin í Kollafirði og Sundalagnum, um tíðina tá EB/Streymur gjørdist eitt oddalið, og tosað var eisini um meistaraheitini og steypasigrarnar Gert og Arnbjørn Hansen hava vunnið.
Nomið var eisini við landsdystirnar og landsliðsmálini hjá Arnbirni Hansen.
Gert og Arnbjørn Hansen mettu eisini um 19. umfar í effodeildini, har allar dystirnir verða spældir sunnudagin klokkan 15:
Víkingur-B36 (Rás2 sigur frá dystinum)
Skála-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
HB-07 Vestur
TB/FCS/Royn-ÍF
NSÍ-EB/Streymur