Eftir at fyrri partur av 2. hálvleiki hevur verið eitt sindur deydligur, er rættuligt lív komið í landskappingardystin millum Víking og 07 Vestur.
Eitt korter undan leikloki minkaði Tór-Ingar Akselsen um munin til 3-2.
Men stóri spenningurin var bara í ein minutt. So tók landsliðsspælarin hjá Víkingi, Andreas Lava Olsen, sjálvur ábyrgdina á seg. Hann sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum,áðrenn hann setti bóltin framvið Trygva Askham í 07 Vestur málinum. So støðan er nú 4-2.










